231644516_1375989849469109_1306173467244097680_n (1).jpg

Leiga norðlýsið

Tú kanst leiga Norðlýsið við manning og soleiðis seta skránna saman við okkum.

Lat hugflogið reika. Vit loysa fegin uppgávur í felag við aðrar veitarar. 

Vit gleða okkum at frætta frá tær.

Kósina seta vit saman

Vit seta kósina við atliti til líkindini á degnum, kann siglast eftir ráki og vindi, verður ferðin so nógv høgligari. Serliga hjá teimum ið ikki eru sjósterk.

20211209_195031.jpg

Matur úr Galluni

Skipið kann bjóða mestsum alt innan mat og drykkivørur tá tað verður avtalað undan túrinum. Vit samstarva við veitarar á landi um hettar.

Men sleppa vit at ráða, so er sjógæti á matarskránni. Alskins feskur fiskur og skeljadjór, umframt ein frálík fiskasuppa.