Borðhald umborð á Norðlýsinum

Serstaka lugarið umborð á Norðlýsinum bjóðar eitt frálíkt umhvørvi til eina hugnaliga løtu.

 

Tólv gestir rúmast kring hondgjørda borðið og hølið hevur hita- og ventilatiónsskipan ið tryggja best møguligu inniluftina.

Hølisleigan fevnir um vert ið tekur sær av gestunum, greiður frá skipinum og gongur til handa har tað er neyðugt.

Leiguprísurin er 1.100 kr./tíma fram til kl. 23:00.

 

Tú kanst matgerða og borðreiða sjálv/ur. Lítli køkurin hevur tveir ovnar, frysti- og køliskáp, tvær induktiónsplátur, Quooker krana og uppvaskimaskinu.

 

Er talan um seks til tólv persónar, kunnu vit bjóða:

Fiskamáltíð úr spillfeskari føroyskari rávøru frá portugisiska kokkinum Ane Bassie. Forrættur, høvuðsrættur og dessert. 

  • Alkoholfrí menu: 800 kr. pr. gest.

  • Menu við hvítvíni: 1.000 kr. pr. gest.

Skeiva Pakkhús bjóðar at borðreiða við sínum matskráum umborð.

Treyta av at tað sama verður bílagt til allar gestir.

Vit veita fegin tilboð uppá serlig tiltøk umborð.