CONCERTO GROTTO

Kom við Norðlýsinum til eitt sjóhelli har fari verður inn í  bátum, at lurta eftir livandi tónleiki.

  • Í samstarvi við Summartónar

  • Tvær ferðir um vikuna frá 1. juni til 17. august. 

  • Vit sigla kl. 13:00 og eru aftir umleið klokkan 18:00

  • Krevur førleika at fara av skipinum í bát, tá farast skal í hellið.

  • Á heimferðini bjóðar skipið m.a. suppu.

75B2804E8634219A.jpg

​Seinastu mongu árini hava Norðlýsið og Summartónar samstarva um hesar serligu løturnar har sjóhelli gerðast koncerthøllir eina serliga løtu. Vit nýta Klæmintsgjógv ella helli í Nólsoy, alt eftir líkindunum tann dagin. 


Tá fari verður inn í sjóhellið, skal tú latast í bjargingarútgerð og tú skal hava førleika at fara í og úr bátinum, ið førir teg inn í hellið.

 

Sjálvandi eru umstøðurnar tryggar, men ivast tú, so svara vit fegin spurningum á telefon: 321945.

Túrur til sjóhelli
Inn í báti
Konsert
Norðlýsið bíðar
Suppa
1/1