TÚRAR . LEIGA . TILTØK

Vel Norðlýsið tá tú ynskir at ferðin skal verða partur av upplivingini.

Leiga Norðlýsið

Tú kanst leiga Norðlýsið við manning og soleiðis seta skránna saman við okkum.

Grundkostnaðurin er eitt startgjald á 3.300 kr. umframt 2.200 kr. pr. tíma vit sigla og eitt gjald fyri hvønn gest. Hetta seinna kann verða úr 50 kr. Alt eftir hvørjar veitingar ið ynskjast.

Lat hugflogið reika. Vit loysa fegin uppgávur í felag við aðrar veitarar. 

Vit gleða okkum at frætta frá tær.