NordlysidFishing_PIPP-025.jpg

Fiska og et

Allir túrar okkara hava til endamáls at geva tær høvi at njóta løtuna, skipið og umhvørvið. Í hesum føri gongur leiðin út í fjørðin at njóta seinnapartin við snøri í hond.

Kósin verður sett eftir veðrinum og siglingarlíkindunum soleiðis, at tú fær eina so góða uppliving sum gjørligt.

Tær nýtist ongar royndir frammanundan. Manningin greiður frá og vegleiður meðan fiskað verður. 

Vit hagreiða fongin fyri teg, so tú bara skal leggja hann í boksina, tá tú kemur heim. 

Kokkurin ger eina máltíð úr fonginum ið verður etin áðrenn fari verður í land. 

Túrurin varðar fýra tímar og kostar 1.250 kr. fyri hvørt av teimum tíggju fiskiplássunum ið eru til taks.