Hettar vilja vit

Matur umborð

Vit ið varða av Norðlýsinum ynskja framhaldandi at leggja lunnar undir Føroyska matmentan. Tí velja vit føroyskar rávørur - helst sjógæti - til matveiting okkara. Treyðugt so, tá tú leigar skipið, ber sjálvandi til at avgerða hvat skal havast til matna. Vit samstarva tá við veitarar á landi fyri at útvega júst tað tú ynskir. Tú kanst eisini hava matin við ella matgerða umborð.

sanwich.jpg

Samanlagdar breyðflísar

Vit bjóða okkara egnu tví- ella trýflísar, ið geva bæði njótilsi og mettu á dekkinum, í lugarunum ella á útferð í landi.

Hevur tú serlig ynski um matpakka, so lat okkum hoyra.

Dømi:

Matpakki við trýflís, frukt og vatni fyri 150 kr. MVG íroknað. 

Leypar

Ein annar møguleiki er leypurin, við miðmála ella døgurða við sjógæti, drykkivøru, frukt og omaná ið fær sansirnar at syngja.

Leypurin kann njótast á dekkinum ella á útferð í landi.

Dømi:

Sjógætisleypur við víni ella OKKARA Norðlýsið

fyri hvønn: kr. 300,00

MVG íroknað

20211209_195031.jpg

Borðhald í Lugarinum

Upp til tólv persónar rúmast kring hondgjørda borðið í einastandandi hugnaliga Lugarinum. 

Hitaskipan og útsúgving skapa gott inniklima.

Dømi:

Norðlýsið menu við forrætti, sjógætisborðiski og høvuðsrætti av spillfeskum fiski.

Alkoholfrítt: 900 kr.

Við hvítvíni ella øli: 1.100 kr.

Minsta bílegging er til seks gestir.

Borðhald kann bíleggjast í sambandi við leigu av skipinum við kei (Úr 3.300 kr.)