IMG_0292.jpg
hamferd.jpg

helliskonsert

Eitt frálíkt høvi at njóta Norðlýsið í sambandi við spennandi vitjan í eitt sjóhelli at hoyra live tónleik.

 

Alt eftir líkindunum á degnum, siglir Norðlýsið til Klæmintsgjógv í Hesti ella til eitt helli í Nólsoy. Har fara gestirnir í bátar frá RIB62 og inn í hellið saman við tónleikara, ið spælir fyri teimum í hesum einastandandi og framúrskarandi tónleikaskála.

Flest øll, ið hava roynt tað, meta sum eitt upplivilsi fyri lívið.

Hesa ferð eru tað HAMFERÐ við Jón Aldará og Theodor Kapnas ið framføra í hellinum.  

Tá tit koma umborð á Norðlýsið aftur, bíðar ein góð fiskasúpan og gott kaffi og the til at njóta á heimferðini. Ein OKKARA Norðlýsið er aloftast eisini tøk hjá teimum, ið ynskja eina slíka. Hon smakkar nú einaferð best umborð á Norðlýsinum.