Leiga

Tú kanst leiga Norðlýsið við manning og soleiðis seta skránna saman við okkum. Lat hugflogið reika. Vit loysa fegin uppgávur í felag við aðrar veitarar.

 

Ring 321945 um eitt óbindandi prát um júst títt hugskot til tann fullkomna túrin.

Liggur tað ikki fyri at ringja bein tú, so send telefonnummar og navn niðanfyri. So ringja vit.

Nøkur dømi um leigutúr:

Ring kl:

Takk fyri. Vit ringja.

Koltur.jpg

KOLTUR

7-tímars leiga

Kom við Norðlýsinum út í Koltur. Vit fara tíðliga fyrrapartin og koma til Koltur umleið miðdagstíð. Har vitja vit búsetingina (við ferðaleiðara) og ganga ein túr. Vit eru aftur í Havn umleið klokkan seks.

FISKITÚRUR

3-4 tímar

Møguleiki at fiska við snøri, snellu og tráðu. Skipast kann fyri døgurða aftaná.

Pláss er fyri 12-14 persónum.

IMG_1517.jpg

DØGNTÚRUR

23 tímars-leiga

Vit leggja eitt døgn til rættis har gist verður umborð og siglt verður heim snimma morgunin eftir.