20211111_142934_edited.jpg

DEKKARI?
MASKINFÓLK?
NAVIGATØRUR?
Kom og sigl við Norðlýsinum

Manning

Dekkarar, maskinkøn og navigatørar. Nú stendur eitt frálíkt summar í boði.

Umborð á Norðlýsinum eru sjómanskapur og gestablídni djúpt rótfest í eikiplankarnar. Gestir umborð skulu kenna seg vælkomnar og í tryggum hondum. Vit leita tí eftir tær ið hevur hug og hegni til sjógvin og eisini hug at hava við gestir at gerða. 

Fyri at verða partur av manningini krevst í minsta lagi, at tú hevur staðið trygdarskeið. Hesi skeiðini fáast frá fleiri veitarum og verða hildin loypandi.

Vil tú royna teg umborð fyrst, so kemur tú bara við sum hjálparfólk í fyrstu syftu. 

Vit rigga til í apríl og fara í sigling á flaggdegnum 25. 

Um tú ivast, so kom ein túr við. Vit hava sett pláss av til royndartíð og upplæring.

Samband

Frank Djurhuus Jakobsen

Útgerðarmaður

Fartelefon: 21 07 06