Concerto Grotto
Frá 1. juni. Kl. 13:00 - 18:00
Endar 17. september
1.450 dkk
Kom við Norðlýsinum til eitt sjóhelli í Hesti ella Nólsoy - alt eftir veðrinum. Har fara vit inn í hellið við smærri bátum at lurta eftir livandi tónleiki, ið spælir uppá serliga akustikkin í hellinum.
Á heimferðini bjóðar Norðlýsið suppu og okkurt gott afturvið.
Tá fari verður inn í sjóhellið, skal tú latast í bjargingarútgerð og tú skal hava førleika at fara í og úr bátinum, ið førir teg inn í hellið. Sjálvandi eru umstøðurnar tryggar, men ivast tú, so svara vit fegin spurningum á telefon: 321945.