1984-89: Frá fiskifari til listarverk

Pf. Ekliptika í Havn átti Norðlýsið, líka til Pf. Aurora Borealis í Havn keypti tað 25. juni 1984 og bygdi tað um til seglskip, nevnt: "For and aft schooner".

Ein skonnart er eitt "gaffulriggað seglskip" við í minsta lagi tveimum mastrum. Munurin á eini skonnart við tveimum mastrum og eini galeasu (Dragin) er at skonnartin hevur stórmastrina har afturi. "Gaffulrigg" merkir at stórseglini sita millum tveir bummar. Stórseglið er sum sagt aftasta seglið, mittast er skonnartseglið. Tey trý seglini har frammi (stagsegl) nevnast: Jagari (fremst), klyvari (mittast) og fokka (aftast). Harumframt hevur Norðlýsið tvey toppsegl.

Navnið "Schooner" hevur sín uppruna í skotska orðinum "scoon" sum merkir at stikla eftur sjónum, sum tá steinur verður kastaður soleiðis at hann loypur eftir yvirflatuni. Føroyingar nevna hetta at "flykra" ella at "lappa". Danir siga "slå smut".

Millum teir, sum tóku stig til hetta, vóru Tróndur Patursson, Tórmóður Dahl, Helgi Nyholm Debes, Birgir Enni, Kjartan Johansen, Thomas Arabo, Milson Zachariassen, Ivan Johansen, Óla Jákup Müller, Trygve Árting og Knút Nolsøe.

Tróndur sær Norðlýsið sum eitt av sínum fremstu listarverkum.


Tekningin ið Tróndur Patursson gjørdi tá skipið skuldi byggjast um.

Norðlýsið sum vit kenna tað í dag

Umbyggingin fór fram 1986 til 1989. Síðani hevur Birgir Enni verið skipari og vunnið skipinum pláss sum ein ímynd í føroyskari ferðavinnu. Hansara serliga hegni til sjómanskap, gestablídni og ikki minst matgerð hevur lagt tryggar lunnar undir tað serliga gestablídni ið eyðkennur skipið.

Birgir legði frá sær í 2019.