Børn umborð á Norðlýsinum

Myndin ið vit hava hangandi á skottinum í lugarinum umborð sigur helst meira enn nokk. Børn eru sjálvandi vælkomnir gestir umborð.

Vit hava hesi ráð til foreldur ella avvarandi ið hava børn við umborð

  • Neyðugt er at hava eyguni við barninum alla tíðina. Er barnið ikki ført at akta boð frá manningini, má tann avvarandi taka alla ábyrgdina av hesum.

  • Ansa serliga eftir at barnið ikki rennur, tí tá er skjótt at detta illa, tí skipið rullar.

  • Gangast skal eins og í einum stiga, tá fari verður niður undir. Børn ið ikki akta hesi boðini, detta ofta.

  • Avvarandi skulu verða hjá børnunum tá tey eru niðri undir.

  • Vit loyva ikki at børnini spæla í koyggjunum, bæði av reinføris-orsøkum og tí tey kunnu detta illa um skipið rullar.

Sjóverk

Skipið rullar minst á miðjuni og mest har frammi í gronini. So er barnið ikki sjósterkt, kann tað hjálpa at sita miðskips ella við húsið.

Tað er meira sannlíkt at fáa sjóverk tá ein ikki sær sjónarringin. Tí er best hjá barninum ikki at verða niðri undir.