Concerto Grotto

Eitt frálíkt høvi at njóta Norðlýsið í sambandi við spennandi vitjan í eitt sjóhelli at hoyra live tónleik. Almennu konsertirnar eru lidnar fyri 2021, men skipað verður fyri privatum konsertum eftir tørvi.

í samstarvi við Summartónar

Túrurin byrjaði sum eitt hugskot í sambandi við tónleikafestivalin Summartónar ið Kristian Blak stendur fyri. Hann og Birgir Enni skaptu hettar serliga tiltakið ið flest øll, ið hava roynt tað, meta sum eitt upplivilsi fyri lívið.

Alt eftir líkindunum á degnum, siglir Norðlýsið til Klæmintsgjógv í Hesti ella til eitt helli í Nólsoy. Har fara gestirnir í bátar frá RIB62 og inn í hellið saman við tónleikara, ið spælir fyri teimum í hesum einastandandi og framúrskarandi tónleikaskála.

Tá gestirnir koma umborð á Norðlýsið aftur, bíðar ein góð fiskasúpan og gott kaffi og the til at njóta á heimferðini. Ein OKKARA Norðlýsið er aloftast eisini tøk hjá teimum, ið ynskja eina slíka. Hon smakkar nú einaferð best umborð á Norðlýsinum.