1943: Kaj Christiansen var við at tekna og smíða Norðlýsið

Stríðsárini fekst í royndum ikki tilfar at smíða skip, og stígur kom í, eftir at Vón var farin av bakkastokki í 1940. Umvælingar fóru kortini fram, og Kaj Christiansen, Kaj hjá Klokkaranum, sum lærdi á Tórshavnar Skipasmiðju krígsárini, greiðir soleiðis frá: “Eg byrjaði at læra tann 1. mai 1941, tað var ein hósdag, og eg varð settur at hjálpa Viggo í Vestmanna at seta garnering upp í Capellu, sum fekk stóra umbygging. Hon stóð oman fyri bedingina har Vón hevði staðið. Har lógu tveir stórir eikistokkar - eg hevði ikki sæð so stórar eikistokkar fyrr - og tá ið Capella fór á sjógvin aftur, vórðu teir lagdir, har hon hevði staðið. Tá varð kjølurin lagdur til Norðlýsið.”

Nakað av tilfari fekst úr Onglandi, og tann 20. apríl 1943 varð kjølurin strekur til Norðlýsið - annað farið, sum smíðað varð á Tórshavnar Skipasmiðju. Tað varð latið Pf. Uvak í Havn tann 5. mei 1945. Skipið var 60 føtur langt og 46 tons stórt, hevði runda hekku, smíðað úr eik og bók, og fyrsti motorurin var ein 48 hesta Tuxham frá 1920.

Í bók , sum skrivað verður um føroyskt smíðað træskip, verður meira gjørt burtur úr hesum stásiliga fari, sum undir fullum seglum dag og dagliga sæst sigla út og inn av Havnarvág við útlendskum og føroyskum ferðafólkum.

Kaj Christiansen greiðir frá

- men so fingu vit tilfar úr Onglandi, og nakað róptu tey Red Oak - kanadisk eik, og hon var reydlig. Ein dagin sigur meistarin (Jógvan Skálum) við meg: “Far upp á málingaloftið, eg havi biðið Petur hjá Demmusi blanda nakað av máling, sum tú skalt taka við tær oman á verkstaðin í Álakeri. Har skalt tú mála gólv, og tað skal málast væl, tí vit skulu brúka tað at tekna á.” Hetta var verkstaðurin hjá Liasi í Rættará, har sum hann bygdi sínar bátar. Og nakrar dagar seinni segði meistarin við meg, at nú skuldu vit fara at tekna skip. Vit fóru so oman í Álaker, og har varð tann stóri planurin teknaður. Og har vóru so óalmindiliga nógvar strikur, tá ið av tornaði. Har tær skórust, fingu vit tey føstu punktini, sum síðani skuldu strikast upp, og eftir hesum strikum vórðu tunn bretti løgd, telgd og negld saman. Soleiðis fingu vit skabelónirnar av bondunum, sum aftur komu at mynda skrokkin á Norðlýsinum. Tá ið vit vóru lidnir at tekna, fór eg í sagiskúrin at hjálpa Sverra í Mattalág at saga bondini, sum vóru úr eik, og tá ið tað var gjørt, bóru vit tey niðan móti spælhúsinum. Har var eitt stórt undirlag at smíðja á, og skabelónirnar, sum vit høvdu gjørt, vórðu nú lagdar niður á undirlagið og strikaðar av.

Bondini vórðu smíðað og boltað saman tvey og tvey, so at teir bygdu sterkt.

Minnist meg rætt, smíðaðu teir skipini eftir North Atlantic klassa eitt, tað vil siga tað sterkasta av tí sterka. Bara polarskipini vóru sterkari.

Dupultbondini vórðu so borin oman, har Norðlýsið stóð í gerð, og tey vóru ógvuliga tung. Hentleikar vóru eingir. Bukkar og taljur vóru amboðini. Tá ið bondini vóru liðug at reisa, skuldu tey klæðast. Men plankarnir skuldu bakast, og vit máttu vera í vøttum, tá ið teir skuldu takast úr sveittakistuni, tí teir vóru so heitir. Teir máttu festast, meðan teir vóru heitir og linir. Alt skuldi vera klárt, spíkar og borir - øll amboð skuldu vera við hondina. Og plankarnir skuldu passa, tá var ikki tíð at fara at kappa ella hølva. Og hendurnar vórðu bláar av garvisýruni úr eikini.

Tá ið eg keypti mína fyrstu sag, segði onkur við meg, at eg skuldi skrúva handtakið av og leggja hana millum tveir eikiplankar, tí so rustaði hon ikki. Hetta gjørdi eg, og blái liturin varð verandi - hon varð gjørd rustfrí upp á ein máta. Annars mátti tú hava tíni egnu amboð, ella fekst tú einki at gera, ella slapst tú ikki upp í part. Skipasmiðjan hevði eina stóra borimaskinu, men hon varð brúkt til serlig endamál.

Nakrir menn vóru eitt sindur eldri fyri mær at vísa seg, men raskir og skjótir vóru teir og altíð klárir at læra og hjálpa okkum ungu. Jóannes í Sjúrðarstovu í Vestmanna og Poul Joensen, Pól úr Pállstovu í Mikladali, vóru tveir. Pól hevði verið í Fraklandi, og nakað serligt var við einum slíkum manni. Hann segði við hvørt onkrar franskar glosur, men tað skiltu vit einki av.

Skipstimbrararnir gjørdu alt arbeiðið sjálvir. Fínara handverkið tóku Olaf hjá Eliasi, Johannes í Mattalág og Poul á Borð sær av.”​


Kaj Christiansen (tv) saman við Óla Olsen

Skrivað av eftir grein í Dimmalætting juli 2012 ið Óli Olsen hevur skrivað.