Matur og drekka umborð

Gestir okkara kunnu hava mat og drekka við sær umborð eftir avtalu. Búnýti eru til taks umborð og atgongd til lugar og gallu kunnu avtalast.

Norðlýsið hevur ymisk tilboð um mat umborð í sambandi við privatar túrar og bjóðar eisini ábit á útvaldum almennum túrum. Eitt nú suppu.

Vit samstarva fegin við aðrar veitarar um at loysa serligar uppgávur.