Nú eru bara snøklar eftir

Langa tilgongdin at fáa Norðlýsið í tipp-topp stand til nýggjar avbjóðingar er um at verða komið á mál. Nú eru bara koyggjurnar eftir at rigga til. Nýggju botnarnir og madrassurnar liggja klár at seta í. Teir hava bara bíðað eftir gardinunum, ið vórðu upphongdar í gjár.

Norðlýsið hevur longu verði fleiri túrar við vælnøgdum gestum umborð. Sørvágur, Sandavágur, Koltur og Sundalagi hava longu notið sjónina av gomlu kempuni ið stevnir fram við nýggjum spelkni, blá og bærilig.