Nú verður fari undir at seta tangar, maskinu, skrúvu og róður í skipið. Hettar arbeiðið er mett at taka umleið ein mánaða.

Tað er O.C. Joensen ið standa fyri hesum partinum av arbeiðinum.

Gear, aksil og skrúva verða endurnýtt.

Róðrið er somuleiðis sett í stand og verður endurnýtt.

Frammanfyri síggjast nýggju vatntangarnir úr rustfríum stáli. Í bakgrundini síggjast dieseltangarnir ið eru ístandsettir og verða endurnýttir. Viðlíkahaldslúkur eru settar í.