Nýggjar flótidraktir frá Fønix

Herfyri fingu vit nýggjar flótidraktir umborð. Umframt trygdina eru hesar eisini sera fjálgar at verða í og tí eftirspurgdar, tá vit vitja sjóhelli at lurta eftir livandi tónleiki, í sambandi við Concerto Grotto tiltøk okkara.

Flóti-/termodrakt er bara kravd frá 1. oktober til 1. mai, men vit nýta tær eisini í sambandi við hellisvitjanir so trygd og vælvera ganga hond í hond.

Norðlýsið takkar Fønix fyri at sponsorera hesa umráðandi trygdarútgerð, ið ikki bert bjargar mannalívum, men eisini gerð so manga uppliving enn hugaligari.