Norðlýsið fór á beding hjá Mest í Tórshavn 28. januar 2020.
Umframt umvæling og viðlíkahald, eru munandi betringar á umstøðurnar umborð á skránni. Eisini skal maskinan útskiftast og skipið skal hava ljósmotor.
Upprunaliga er mett: at hekkan skal umvælast og partur av gamla dekkinum tettast. Tað vísir seg tó sum frá líður, at fleiri umvælingar eru neyðugar, og timburarbeiðið heldur á til jóla.
- Sí samrøðu við skipstimburmannin: Guðmundur Sjúrðason Norðbúð.