1984-89: Norðlýsið umbygt skonnart og fer í ferðavinnu

Pf. Ekliptika í Havn átti Norðlýsið, líka til Pf. Aurora Borealis í Havn keypti tað 25. juni 1984 og bygdi tað um til seglskip, nevnt: "For and aft schooner". Millum teir, sum tóku stig til hetta, vóru Tróndur Patursson, Tórmóður Dahl, Helgi Nyholm Debes, Birgir Enni, Kjartan Johansen, Thomas Arabo, Milson Zachariassen, Ivan Johansen, Óla Jákup Müller, Trygve Árting og Knút Nolsøe.

Tróndur sær Norðlýsið sum eitt av sínum fremstu listarverkum.


Tekningin ið Tróndur Patursson gjørdi tá skipið skuldi byggjast um.

Norðlýsið sum vit kenna tað í dag

Umbyggingin fór fram 1986 til 1989. Síðani hevur Birgir Enni verið skipari og vunnið skipinum pláss sum ein ímynd í føroyskari ferðavinnu. Hansara serliga hegni til sjómanskap, gestablídni og ikki minst matgerð hevur lagt tryggar lunnar undir tað serliga gestablídni ið eyðkennur skipið.

Birgir legði frá sær í 2019.