1945: Norðlýsið í fiskivinnu

Norðlýsið er annað skipið ið er bygt á Tórshavnar Skipasmiðju. Konstruktørur og byggimeistari var sjálvur Kjartan Mohr. Kjølurin varð strektur 20. apríl 1943.

- Sí aðra grein, har Kaj Christiansen greiður frá hesum.

Skipið varð latið P/F Uvak í Tórshavn 5. mai 1945. Sama dag sum seinni heimsbardagi endaði. Skipið varð brúkt sum línu-, snøris- og snelluskip.

Norðlýsið anno 1945

Í mai 1948 treyt agn. Norðlýsið fór tí norður um Føroyar við fáum gørnum at royna eftir sild. Jógvan Páll Fjallsbak var skipari. Hettar royndist so væl at teir fóru út aftur við fjøruti gørnum og royndu til Ólavsøku. Soleiðis byrjaði tann føroyska sildaveiðan, sum hevði so stóran týdning í fimti- og sekstiárunum.

Í januar 1953 keypti Pf. Við Sjógv í Kollafirði skipið og seldi tað seinni til Karl August Jensen keypmann.

Í 1956 var Norðlýsið selt til Klaksvíkar og skrásett sum KG 386. Keyparar vóru brøðurnir Jógvan og Jákup Heinesen, svágur teirra Julius Sørensen og pápabeiggi teirra, Fischer Heinesen. Hesir fýra stovnaðu í 1957 Pf. Ekliptika, sum yvirtók Norðlýsið.

Í mars í 1965 vórðu bæði partafelag og skip seld til Havnar. Jákup Johansen – Jákup hjá Carl á Lag – keypti Norðlýsið. Í nevndini sótu Jákup sjálvur, sonurin Páll og konan Elsa. Skrásetingarnummarið varð nú TN 24. Meðan Jákup hjá Carl á Lag átti Norðlýsið, varð tað í fleiri ár reitt út í Hvalba.

Millum skipararnar á Norðlýsinum kunnu nevnast Thorvald Andreassen í Havn, sum var tann fyrsti, ið førdi tað, Jógvan Páll Fjallsbak, Ingolvur Andreassen (bróðir Thorvald), Jógvan Heinesen í Klaksvík og Magnus Olsen.