Norðlýsið av beding

Fyrrapartin 25. februar 2021, 395 dagar eftir at kjølurin á Norðlýsinum fór úr sjónum, fleyt skipið aftur. sí myndir her

Skipið stóð á einum mafi-vogni og hesin vognurin varð skumpaður á ein sergjørdan pall á bedingini. Soleiðis kundi skipið - á vogninum - flytast oman á sjógv, har skipið so flotnaði av vogninum tá hann fór undir.

Nú fara vit at gerða skipið liðugt innan. Vit verða aftur á plássinum Undir Bryggjubakka 1. apríl.