Frá slupp til skonnart

Norðlýsið er bygginummar 2 á Tórshavnar Skipasmiðju og stóð liðugt tann fimta mei 1945, sama dagin sum annar heimsbardagi endaði. Tá var skipið riggað sum slupp við stórmastur og mesani og varð brúkt sum línu-, snøris- og snelluskip.

The Norðlýsið anno 1945

Fyrst í áttatiárunum fekk Tróndur Patursson skipið og fór undir at umbyggja og ístandseta troyttu fiskiskútuna til hesa framúrskarandi skonnartina ið vit øll kenna so væl. Tróndur metir Norðlýsið eitt av sínum fremstu listarverkum. 

After the 80s rebuild The Norðlýsið was a schooner

Síðani fyrst í nýtiárunum hevur Norðlýsið siglt í ferðavinnu við navnframa Birgir Enni við stýrisvølin. Birgir legði frá sær í 2019.


Frá januar 2020 til mai 2021 er munandi viðlíkahald framt á skipið, nýggjur motorur er ísettur og seglini eru skift. Trygdin og umstøðurnar hjá gestum og manning eru munandi betraði.


Partafelag TN24 eigur og rekur Norðlýsið.