Prát við Guðmund bátasmið um umvælingar og ábøtur.



Hvat er gjørt við Norðlýsið síðan tað fór á beding í januar?

Tað stóra arbeiði varð hekkan - ella reyvin. Hon er umvæld øll sum hon er. Partur av stevninum aftan er skift. Dekksbjálkar, ið bera dekkið, og dekkið sjálvt eru skift. Spantini sum halda skrokkinum eru skift. Eisini eru plankar á sjálvum skrokkunum uttan skiftir. Alt er kalfatrað og bikað soleiðis sum slíkt eigur at verða gjørt.

Nærum alt sum tú sær omaná har afturi á skipinum er nýtt. Bara nakrar styttur eru eftir.


Er Norðlýsið broytt í mun til áður?

Burtursæð frá at nýggi parturin av dekkinum hevur ein annan lit enn tað gamla, fer almenningurin helst ikki at leggja merki til nakað stórvegis. Skansaklædningurin har afturi er nú lyftur eitt vet upp frá dekkinum, so vatnið kann renna betri av dekkinum, og ikki stendur í hyljum sum áður. Hetta ger eisini at viðurin tornar betri og forðar soleiðis roti. Klússini har afturi eru nú eins. Tey vórðu øll fýra ymisk frammanundan. Eg havi eisini justera eitt sindur uppá linjurnar í naglabonkinum har afturi, so hann fylgir lúnningini betri.

Nógvar smáar broytingar sum gerða at heildin sær betri út og er praktiskari, kann mann siga. Skipið verður lættari at dríva og viðlíkahaldið verður lættari - og minni av tí sama.


Høvdu tit vænta at skifta so nógv?

Slíkar umvælingar sum hesar koma sjálvdan uttan óvæntaðar umvælingar. Vit skuldu umvæla hekkuna, men tá vit so funnu tørv á umvæling fram við báðum síðunum, so helt eg ikki tað sømdi seg at steðga har. Tá verður tað rotna goymt, og tað ger at tað nýggja ikki heldur so leingi sum tað kann. Gamal viður heldur uppá sopp og vatu og má tí burtur fyri at varðveita tað nýggja. Tí varð fari eitt sindur harðligari til verka enn upprunaliga ætlað. Tíbetur hava eigararnir verði góðir við okkum og givið okkum møguleikan at varðveita skipið ordiliga.

Jú, tað varð til nakrar metrar eyka. Eg noyddist at bíleggja eyka tilfar tvær ferðir. So tað varð nokk væl meira enn væntað. - Men tað skal mann vænta. ;-)


Hvussu stóran part hava tit skift?

Uttanífrá sær tað kanska eitt sindur ógvusligt út, men tað eru plankar, og teir verða skiftir eins og slitlutir á einum bili. Vit hava skift umleið ein fimtapart av plankunum. Av spantum hava vit skift umleið ein tíggjundapart. Tey halda vanliga longri. So meginparturin av viðinum er framvegis hin sami.


Her stendur Guðmundur saman við Fritjolf (tv) og Eiriki (th).

Fritjolf er normaður. Hann arbeiður hjá fyritøkuni Bátasmíð, ið Guðmundur eigur. Eirikur arbeiður fyri okkum við fyrifallandi uppgávum - og tær eru ikki hissini heldur. Í løtuni arbeiða eisini ein fransmaður og ein dani fyri Guðmund.