Umstøðurnar umborð

Soleiðis er lýsingin av umstøðunum niðriundir, tá dagførðingin er liðug. Væntandi í mars 2021.

  • Frammi í gron er nútímans WC og bað.

  • Lugarið er í tveimum pørtum: Har frammi eru átta koyggjur við bonki frammanfyri. Miðskips eru seks koyggjur við bonki frammanfyri. Hondgjørt borð er inni, har tólv til fjúrtan gestir kunnu sita. Omanfyri er stórt skeilett ið ger tað ljóst og hugnaligt inni. Serligt forhang kann hangast millum fremra og aftara lugarið.

  • Hitað frísk luft verður blást inn gjøgnum ventilar niðri við dúrkið. Soleiðis er inniluftin altíð rein og flógv.

  • Gallan (køkurin) er miðskips. Har eru nútímans induktións-kókiplátur og ein framkomin ovnur við damp-møguleika. Køli- og frystiskáp er eisini.

  • Tá skipið er leigað, svevur manningin har afturi í skipinum og hevur stýrihúsið til uppihaldsrúm.