TilG.jpg

Á G! Festival við Norðlýsinum

Allir túrar okkara hava til endamáls at geva tær høvi at njóta løtuna, skipið og umhvørvið. Tann 14. juli fara vit á G! og vit ætla at fáa sum mest burturúr túrinum norður til Syðrugøtu.

Kósin verður sett eftir veðrinum og siglingarlíkindunum soleiðis, at tú fær eina so góða uppliving sum gjørligt. Seglini skulu eisini nýtast um tað ber til, so hettar er kanska seinasta høvið at fáa rørt vøddarnar undan G! ;-)

Tá vit koma á Syðrugøtu, seta vit gestir okkara upp á sandin við bátinum "Øðan", ið Norðlýsið hevur við sær til slíkt.

- Eitt rættiligt "selfie moment", ha?

Túrurin tekur umleið fýra tímar og kostar 950 kr. fyri hvønn.