
ER TÚ SKIPARI
VIÐ HUGI TIL SEGL?
Kom og før Norðlýsið
Skipari
Nú stendur eitt frálíkt summar í boði.
Umborð á Norðlýsinum eru sjómanskapur og gestablídni djúpt rótfest í eikiplankarnar. Gestir umborð skulu kenna seg vælkomnar og í tryggum hondum. Vit leita tí eftir tær ið hevur hug og hegni til sjógvin og eisini hug at hava við gestir at gerða.
Bestimaður í summar verður dani við royndum í sigling við skonnartseglum, so ríkt høvi verður at læra skonnartsegl frá grundini.
Til at føra Norðlýsið í strandasigling krevjast dugnaskaparbræv í sigling, heilsuváttan og trygdarskeið.
Vit rigga til í apríl og fara í sigling á flaggdegnum 25.
Møguleiki er at føra skipið í avmarkað tíðarskeið í summar, so at frítíð og annað eisini fær sítt.
Hýra eftir avtalu.
Freist fríggjadagin 8. apríl.