
Drunnhvíta-túrurin
Allir túrar okkara hava til endamáls at geva tær høvi at njóta løtuna, skipið og umhvørvið. Í hesum føri gongur leiðin út í Nólsoy, at vitja drunnhvítalandið við lokalum ferðaleiðara.
Av sonnum eitt upplivilsi:
-
Kvøldartúrur til Nólsoyar
-
Túrurin út í drunnhvítalandið við staðkendum ferðaleiðara
-
Løtan í drunnhvítalandinum har vit njóta friðin, drunnhvítan, ein heitan munn og ein góðan bita.
-
Túrurin heim aftur í bygdina í náttarfriðinum.
-
Náttartúrur til Havnar.
Her er nógv at síggja, hoyra og sansa.
Túrurin varðar 6-7 tímar og kostar 1.660 kr. fyri hvønn.
Matpakki kann bíleggjast til túrin.