0dca5a_67478b38bb294b35869d72134b733fb0~mv2.jpg

Sólseturs-túrurin

Allir túrar okkara hava til endamáls at geva tær høvi at njóta løtuna, skipið og umhvørvið. Í hesum føri gongur leiðin út í fjørðin at njóta segl, sólsetur og summarkvøld.

Kósin verður sett eftir veðrinum og siglingarlíkindunum soleiðis, at tú fær eina so góða uppliving sum gørligt.

Eru líkindi til tess, verða seglini sett og gestirnir eru vælkomin at luttaka eftir hugi og evnum. Ella bara njóta løtuna.

Túrurin varðar trýggjar tímar og kostar 850 kr. fyri hvønn.

Skipið bjóðar kaffi, the og okkurt søtt afturvið.