Soleiðis er Norðlýsið innrættað undir dekkinum:

Nýggja Lugarið á Norðlýsinum

Aftara lugar

Tá tú fer niðurundir kemur tú niður í lugarið. Her er ljóst inni tí stórt skylight er uppiyvir. Tað sæst beinan vegin, at hettar ikki er hissini høli. Rúmið er skapt av hegnigum hondum við virðing fyri tilfari og sniði.

 

Stóra hondgjørda borðið fangar eyguni. Har sita tólv fólk væl og mong øðan er svølgd her í góðum selskapi.

 

Seks koyggjur eru í hesum partinum, benkur eru framvið.

 

Rúmið var upprunaliga lastarúmið á Norðlýsinum, men varð tikið uppí upprunaliga lugarið tá sjálvur Tróndur Pætursson stóð fyri ístandseting og umbygging av skipinum í áttati árunum.

Gamla lugarið á Norðlýsinum

Fremra lugar

Framman fyri hálvan vegg er upprunaliga lugarið. Har eru átta koyggjur við bonki frammanfyri.

 

Hesin parturin kann avbyrgjast frá nýggja lugarinum við forhangi. 

Hurðin har frammi er inn á wc/brús rúmið.

20201013_110011_edited.jpg

Gamla galla

Frammi í gron er wc, hondvask og brúsa. Rúmið er skapt av Nicolaj Falck saman við Hjálmar Dam og stílurin er egin.

Vaskið er úr føroyskum basalti og skorið í Skopun.

Tróndur Patursson hevur eisini rætt okkum eina hond.

20201013_110124_edited.jpg

Gallan

Miðskips er gallan. Her er pláss fyri einum trivaligum kokki, hvørki meira ella minni. Innrættingin er eftir holla ráðgeving.

 

Pláturnar eru induktión og ovnurin hevur damp.