
LEIGA SKIPIÐ VIÐ MANNING
Leiga skipið við manning. Vit ráðgeva um siglingina út frá líkindunum á degnum.
PRÍSIR (galdandi til oktober 2025)
(Startgjald + gjald pr. gest + tímagjald)
5.000 DKK. Startgjald
+ 150 DKK. gjald pr. gest
+ Tímagjald (í minsta lagi 3 tímar.)
3.300 DKK. 1-12 gestir. 2-3 manning.
3.600 DKK. 13-24 gestir. 3 manning.
3.900 DKK. 25-36 gestir. 4 manning.
4.200 DKK. 37-45 gestir. 5 manning.
Leigan fevnir um skipara, stýrimann og dekkarar samsvarandi manningarkrøvum fyri sigling við gestum.
Skip og manning hava góðkenning frá Sjóvinnustýrinum.
Vistarhald:
Skipið bjóðar kaffi, the og okkurt afturvið á flestu túrum.
Fløskuvatn, sodavatn og øl fæst til keyps umborð.
Í sambandi við leigutúrar ber til at hava egnan mat og drykkivørur við sær. Hettar skal tó avtalast frammanundan.
Vit samstarva við veitarar í landi um at ganga serligum ynskjum um mat á møti.
Fiskasuppa við nýbakaðum breyði afturvið
Kostnaður: 350 kr. fyri fimm portiónir.
Millummálakurv frá Bassie Catering
við súrdeggj-sanwich, kaku, frukt og vatni
Kostnaður: 350 kr. fyri hvørja.
















