top of page

DØGNLEIGA
Leiga Norðlýsið til eina ógloymandi ​ferð í egnum landi. 

​Allar fortreytir eru fyri at gista umborð. Hugnaliga lugarið hevur hita og ventilatión so inniluftin er nærum sum heima. Køkurin er útgjørdur við krana við kókandi vatni, induktiónsplátum, tveimum ovnum, køliskápi og frystara. Henta kaffimaskinan ger kaffi beint í termokannurnar so klárt er at bera upp á dekkið.

Tvey nútímans ves eru umborð og tað størra hevur brúsu.

Møguleiki er eisini at matgerða á dekkinum.

Á ferðini kann siglast við seglum og fiskast við snøri.

Vitjast kann í landi við skipsbátinum "Øðan".

Lagt verður at eftir tørvi og møguleikum so beini kunnu strekkjast. Lagt verður at fyri náttina í hóskandi havn ella fyri teym har tað ber til. 

Tosa við okkum um hvaðar ferðin skal ganga og hvussu nógv tíð er sett av til túrin. So vegleiða vit í sigling og øðrum.​​​

Føroyakort.png

Leiga av skipi við manning. í mesta lagi 12 gestir.

  • Skipari og stýrimaður.

  • 12 sovipláss í lugarinum. Koyggjur við forhangi.

  • Nýmótans baðirúm við brúsu og vesi.

  • Eyka nýmótans vesi.

  • Koddar og løk.

Prísur: 53.000 DKK. fyri 24 tímar.
Meirvirðisgjald verður ikki kravt av skipsleigu.

Eyka fyri kokk og kost

  • Kokkur

  • Morgunmatur, miðmáli og døgurði. 

  • Vín, øl og sodavatn til miðmála og døgurða. 

  • Ábit fyrrapart og seinnapartin.

Prísur: 5.500 DKK. fyri 24 tímar.

500 DKK meirvirðisgjald íroknað.

bottom of page