TÚRAR (Sightseeing)

Vel Norðlýsið tá tú ynskir at ferðin skal verða partur av upplivingini.

 

Hesir túrarnir hava til endamáls at gesturin fær høvi at njóta skipið og umhvørvið.

Kósin verður sett eftir veðrinum og siglingarlíkindunum soleiðis, at gesturin fær eina so góða uppliving sum gørligt.

Eru líkindi til tess, verða seglini sett og gestirnir eru vælkomin at luttaka eftir hugi og evnum. Ella bara njóta løtuna.

Túrurin varðar trýggjar tímar og kostar 850 kr. fyri hvønn.

Skipið bjóðar kaffi, the og okkurt søtt afturvið.