top of page
IMG_6105.jpg
TN24 Norðlýsið Logo

Vælkomin Umborð Á

Norðlýsið

Summer in Faroe Islands

Uppliv Føroyar Frá Sjónum

Umborð á størsta listaverkinum hjá Tróndur Patursson

Ein skonnart við eini 80 ára langari søgu. Frá at vera eitt vinnuligt fiskiskip fyrstu árini, til at verða eitt listaverk hjá kenda føroyska listamanninum, Tróndi Patursson. Í dag bjóðar Norðlýsið øllum at uppliva frísku náttúruna kring Føroyar.

Okkara mál er at veita tær tann friðsæla vakurleikan í óvæntaðu føroyska veðurlagnum.


Og varðveita minnir fyri lívið.

Komandi Tiltøk Umborð: Valentine's Uppliving

Jólamenn umborð á Norðlýsinum

Hvar

Kemur skjótt á "Tiltøk Umborð"

100 Tórshavn, Føroyar

Nær

Bílegg tína uppliving áðrenn 28.02.2026

kl. 23:59

Arctic Sailing

Norðlýsið er elsta føroyskt-bygt skip enn í drift.

Norðlýsið er upprunaliga bygt til fiskivinnuna í 1945, og seinni umvælt og riggað um til eina skonnart av føroyska listamanninum Tróndi Paturssoni í 1980’unum. Ein umlegging, sum hann sjálvur metir at vera eitt av sínum størstu listaverkum.

Síðan tá hevur Norðlýsið fingið ein serstakan týdning innan føroysku ferðavinnuni, dámt av bæði føroyingum og gestum sum ein heilt serligur háttur at uppliva Føroyar frá sjógnum. Í 2020 vórðu gestahølini umborð nútímansgjørd við nýggjum vesum, ventilatión og hita, so komfortur er tryggjaður uttan at ganga upp á kompromis við søguliga dám.

Norðlýsið er 18,82 metrar langt, 5,21 metrar breitt og 2,32 metrar djúpt. Bruttutonsurin er 44,71 BRT og nettotonsurin 5,21 NRT. Skipið er drivið av einari 195 kW Volvo Penta motor frá 2020, og høvuðsmasturin reisar seg 23 metrar frá kjøli til topps. Vanliga siglir skipið við fimm seglum, og tvey eyka toppsegl verða brúkt til serlig høvir.

Okkara endamál er at geva tær eina trygga og góða uppliving umborð á hesum ikoniska skipinum

Vælkomin umborð.

Sailing Adventure

Follow us on Instagram

bottom of page