
Upplivingar Umborð Á Norðlýsinum
Hvør uppliving umborð á okkara skonnart frá 1945 er privat, umhugsað og mótað av rytmuni í sjónum.
Hvørt tú leigar hølið til eitt tiltak, fert út at sigla og njóta dagsljósið á sjónum, ella dvelur eina nátt umborð, leiðbeina vit hvørja ferð við umhugsni, staðkunnleika og virðing fyri hesum søguliga skipi og fyri umhvørvið.

Leigutúrar
Leiga skipið við manning. Vit ráðgeva um siglingina út frá líkindunum á degnum.
(Startgjald + gjald pr. gest + tímagjald)
5.000 DKK. Startgjald
+ 150 DKK. gjald pr. gest
+ Tímagjald (í minsta lagi 3 tímar.)
3.300 DKK. 1-12 gestir. 2-3 manning.
3.600 DKK. 13-24 gestir. 3 manning.
3.900 DKK. 25-36 gestir. 4 manning.
4.200 DKK. 37-45 gestir. 5 manning.
Leigan fevnir um skipara, stýrimann og dekkarar samsvarandi manningarkrøvum fyri sigling við gestum.
Skip og manning hava góðkenning frá Sjóvinnustýrinum.
Í sambandi við leigutúrar ber til at hava egnan mat og drykkivørur við sær. Hettar skal tó avtalast frammanundan.
Vit samstarva við veitarar í landi um at ganga serligum ynskjum um mat á møti.

Døgnleiga
Leiga Norðlýsið til eina ógloymandi ferð í egnum landi.
Allar fortreytir eru fyri at gista umborð. Hugnaliga lugarið hevur hita og ventilatión so inniluftin er nærum sum heima. Køkurin er útgjørdur við krana við kókandi vatni, induktiónsplátum, tveimum ovnum, køliskápi og frystara. Kaffimaskinan ger kaffi beint í termokannurnar so klárt er at bera upp á dekkið.
Tvey nútímans ves eru umborð og tað størra hevur brúsu.
Møguleiki er eisini at matgerða á dekkinum.
Á ferðini kann siglast við seglum og fiskast við snøri.
Vitjast kann í landi við skipsbátinum "Øðan".
Lagt verður at eftir tørvi og møguleikum so beini kunnu strekkjast. Lagt verður at fyri náttina í hóskandi havn ella fyri teym har tað ber til.
Tosa við okkum um hvaðar ferðin skal ganga og hvussu nógv tíð er sett av til túrin. So vegleiða vit í sigling og øðrum.
Leiga av skipi við manning. í mesta lagi 12 gestir.
-
Skipari og stýrimaður.
-
12 sovipláss í lugarinum. Koyggjur við forhangi.
-
Nýmótans baðirúm við brúsu og vesi.
-
Eyka nýmótans vesi.
-
Koddar og løk.
Prísur: 53.000 DKK. fyri 24 tímar.
Meirvirðisgjald verður ikki kravt av skipsleigu.
Eyka fyri kokk og kost
-
Kokkur
-
Morgunmatur, miðmáli og døgurði.
-
Vín, øl og sodavatn til miðmála og døgurða.
-
Ábit fyrrapart og seinnapartin.

Hugnaliga lugarið er eitt einastandandi høli til smærri tiltøk.
Kvøld:
10.000 DKK pr. kvøld
-
Frá 18:00 til 23:00
Um dagin:
4.100 Kr pr. tiltak
+ 1.100 kr. fyri tíman frá 08:00 til 17:00
Eitt umboð fyri skipið er til staðar at hjálpa tær og gestunum.
Atgongd til køk við induktiónsplátum, tveimum ovnum, kaffimaskinu, køli- og frystiskápi og krana við kókandi vatni.
Nútímans hiti og útlufting.
Nútímans WC
Matur.
900 Kr. pr. gest fyri trýggjar rættir.
200 Kr. pr. gest fyri vín og aperitif.
350 Kr. pr. 5 gestir, fyri Prima fiskasuppu
-
við breyði afturvið.
Tað er møguligt at hava egnan mat og drekka við í sambandi við tiltøk.
Catering:
Vit samstarva við fleiri veitarar.
Lat okkum taka eitt prát um hvussu júst tykkara løta umborð á Norðlýsinum skal setast saman.
Tiltøk
Kommende events
- ons. 31. dec.Høgakei beint við Skeiva PakkhúsVit byrja komandi árið við reinari, frískari og betri vøru úr sjónum og beint á nýggjársborðið
- søn. 28. dec.Høgakei beint við Skeiva PakkhúsVit byrja komandi árið við reinari, frískari og betri vøru úr sjónum og beint á nýggjársborðið!
