top of page
IMG_2627.jpg

Norðlýsið varð bygd á Tórshavnar Skipasmiðju og latin fyrsta eigaranum tann 5. mai 1945. Bygginummar: 2.

Skipið hevði sluppsegl meðan tað var í vinnu sum fiskiskip inntil 1980'ini, tá skift varð til skonnartsegl í sambandi við at Tróndur Patursson stóð fyri at seta skipið í stand.  

Birgir Enni førdi skipið frá fyrst í 90'unum til hann legði frá sær í 2019. Hann hevur lagt lunnar undir tann alsk ið føroyingar sum útlendingar hava til blámálaða skipið. Aðrar hendur eru nú á stýrisvølinum, men hansara sjómanskapur og blíðskapur er alsamt ein fyrimynd fyri víðari rakstrinum. 

Partafelag TN24 eigur og rekur skipið. Endamálið er at vinna til rakstur og víðlíkahald við at veita gestum frálíkar upplivingar á sjónum undir tryggum umstøðum og við hugnanum í hásæti.

0dca5a_8596e231767744fba7711e31926ff9e9~mv2.avif

Um Norðlýsið

Í 80’unum keypti føroyski listamaðurin og sjómaðurin Tróndur Patursson skipið og umformaði tað til sín dreym um eitt skonnart-riggað seglskip. Hann metir Norðlýsið at vera eitt av sínum bestu listaverkum.

Forrústin er ein samanseting av upprunaligu forrústini og upprunaliga lastarrúminum. Har eru fjúrtan koyggjur, og lugarið er prýdd við einum serstøkum, hondgjørdum borði frá listamanninum sjálvum.

Í 2020 fór skipið á beding á skipasmiðjuni í Havn, har tað upprunaliga varð bygt, fyri at fara ígjøgnum umfatandi umvælingar og viðlíkahald.

Seglini og motorurin vórðu skift út, og gestaøkið varð dagført við nútíðar vesum, ventilatión og hita undir dekki, umframt eitt nútímans køk.

Norðlýsið Fyrr.avif
bottom of page