top of page

VITJAN Í KOLTRI
Koltur er friðað og eitt frálíkt ferðamál til nakrar tímar í friði og náðum í óspiltari náttúru við framúr útsýni.
Tit vera flutt millum skip og land við skipsbátinum "Øðan"
Starvsfólkini í oynni bjóða rundferð í bygdini og møguleiki er at ganga ein túr niðan á.
Tá tit koma umborð aftur bíðar okkara tiltikna fiskasúpan við nýbakaðum breyði.
Á heimferðini sigla vit framvið Hestbjørgunum.
bottom of page