top of page

LEIGA NORÐLÝSIÐ

Vit skjóta upp ein túr, har vitjað verður í landi ella lagt verður stilt at fiska. Vit leggja kósina eftir siglingarlíkindunum á degnum, og geva gestum okkara høvi at royna at sigla við seglum.



Matur kann bíleggjast til túrin, ella farast kann í land at eta á ferðini. Ynskir leigari at hava mat við umborð er hetta eingin trupulleiki. Ein gassgrill er tøk at hava á dekkinum, og gallan hevur tveir ovnar og komfýr.

Tvey nútímans WC eru umborð, og lugarið hevur nútímans hita og útlufting.



Dømi um túrar:

Eysturum Nólsoy. 3 tímar. Steðgur í bygdini telur eyka.

Hestbjørgini. 4 tímar. Steðgur í bygdini telur eyka.

Vitjan í Koltri. 6 tímar.

Sundalagið við seglum 4 tímar. (Einki-rull-túrur)


Leiga skipið við manning. Prísin roknar tú soleiðis: Grundgjald + gestagjald + tímagjald


Grundgjald: 4.600 kr.

+

Gestagjald: 140 kr. fyri hvønn gest.

+

Tímagjald: (í minsta lagi 3 tímar.)

1-12 gestir: 3.010 kr. pr. tíma. Manning: 2

13-24 gestir: 3.290 kr. pr. tíma. Manning: 3

25-36 gestir: 3.570 kr. pr. tíma. Manning: 4

37-45 gestir: 3.385 kr. pr. tíma. Manning: 5



bottom of page