top of page

ENDAMÁL OKKARA

Túrar, leigutúrar og tiltøk í vinarligum og tryggum umhvørvi.

Ein túrur við Norðlýsinum snýr seg um at njóta løtuna og ásanna at sjálv ferðin er endamálið. Kenslan av vindinum móti andlitinum, ljóðið av aldunum ið bróta móti bógnum og róliga rørslan ið er serstak fyri træskip. Hetta hevur eina javnvág við sær ið røkkur útum kroppin inn í sjálva sálina.

Umborð á Norðlýsinum er burðardygd og vælvera í fokus. Streymur og vindur avgera kósina, so motorurin verður nýttur minst møguligt og denturin liggur á at gestirnir uppliva ferðina sum friðsæla og stimbrandi.

Tú er vælkomin at luttaka í tann mun tú vil og orkar. Sjálvandi undir kønari vegleiðing frá manningini. Set seglini og fiska við snøri saman við okkum ella njót løtuna við einum heitum koppi í hondini. Hvør fær ikki gásarhold av frøði tá seglini eru sett og maskinan sløkt? Tá eru tit eitt; vindurin, skipið og tú.

Og uttan mun til hvagar tú hyggur, so eru vøkru oyggjarnar í eygsjón. Kann tað verða betri?


bottom of page