top of page

Leiguprísir

  • Writer: TN24 Norðlýsið
    TN24 Norðlýsið
  • Sep 28, 2023
  • 1 min read

Updated: Jul 22, 2024

Galdandi frá oktober 2023 til oktober 2024

Leigan fevnir um manning ið er millum trý og fimm, alt eftir tali av gestum.

Manningin verður ásett sambært krøv frá Sjóvinnustýrinum 2023 um sigling við ferðafólki og lýkur tey krøv ið verða sett til førleikar hesum viðvíkjandi. Manningarkostnaðurin er íroknaður tímaprísin.


4.600 DKK. Startgjald

140 DKK. Gjald fyri hvønn gest

Tímagjald. Í minsta lagi trýggir tímar.

3.010 kr. pr. tíma fyri sigling við 1-12 gestum. Manning: 2

3.290 kr. pr. tíma fyri sigling við 13-24 gestum. Manning: 3

3.385 kr. pr. tíma fyri sigling við 25-36 gestum. Manning: 4

3.570 kr. pr. tíma fyri sigling við 37-45 gestum. Manning: 5


450 kr. eyka fyri fiskasúpan og breyð fyri hvørjar fimm gestir.


MVG er írokna prísir fyri mat og drekka. Einki meirvirðisgjald verður kravt av skipsleiguni.


Tosa við okkum um ynski til mat og drekka, so loysa vit tað í felag. Antin við at nýta veitara hjá okkum ella við at tit sjálvi hava tað við.

Gallan (Køkurin) hevur tveir ovnar, køliskáp, tvær induktiónsplátur, góða kaffimaskinu og Quooker krana við kókandi vatni. Skipið eigur eisini eina hampiliga gassgrill.

Comments


bottom of page