top of page

Leiga lugarið til hugnakvøld

Hvar er hugnaligari enn í lugarinum umborð á Norðlýsinum?

Pláss er fyri 10 fólkum kring hondsmíðaða borðið. - 12 um tit eru væl. ;-)

Lugarið hevur góða útlufting, hita og ikki minni enn tvey nútímans WC.


Leigan er 6.500 kr. fyri leigu frá kl. 18:00 til miðnátt.

íroknað er skipsvørður ið ansar gestum og skipi.


Ynskja tit sjálvi at standa fyri mati og drykkivøru er atgongd til tveir ovnar og kókiplátur. Køkurin hevur eisini krana við kókandi vatni og kaffimaskinu. Vit eiga tallerkar, bestikk og gløs.

Skipsvørðurin hjálpir við at rigga til, upprudding, uppvaski og líknandi.


Ynskja tit mat frá okkum, finna vit saman eina matskrá.


Drykkivørur eftir avtalu.


Soleiðis bíleggur tú

Send ein teldupost á tn24@nordlysid.com ella ring 321945, so tosa vit saman um hvussu júst tykkara kvøld skal verða.



bottom of page